Strálan skipar fyri tiltaki á Strondum
2 hvítusunnudag 25.mai
Døgurði verður hendan dagin í Bygdahúsinum kl.13.
Tað verður ein 3 rætta menu (asparges suppa – neytakjøt – ísur og kaffi omaná).
Møguleiki verður eisini at keypa drykkjuvørur til matin.
Andrias kemur at spæla klavertónleik inn ímillum undir borðhaldinum.
Eyðun Jacobsen hevur júst givið út fløguna ( Á veg heim)
Hann kemur undir borðhaldinum at syngja nakrar sangir – møguleiki verður eisini at ogna sær fløguna og fáa hana signeraða.
Døgurðin kostar 200 kr
Børn 7 – 12 ár 100 kr
Goldið verður kontant ella við korti, tá ið tit koma.
Til tey yngstu børnini selja vit franskan hot dog fyri 20 kr. Børnini sleppa ókeypis í hoppiborgirnar – eisini vísa vit barnafilm í biosalinum ókeypis.
Tey yngstu børnini eta í lítla sali. Eru børnini heilt smá, so hava tit tey sjálvandi hjá tykkum.
Teknið tykkum til døgurðan í seinasta lagi hóskvøldið 21.mai.
Konsert verður í biosalinum kl. 20 við countrykonginum Hallur Joensen og vinmenn. Hallur er júst í ferð við at geva eina nýggja fløgu út og kemur hann eisini at taka onkran nýggjan sang. Ja, hví ikki seta seg væl fyri í hugnaliga biosalinum at lurta eftir góðum countrytónleiki (avmarkað pláss).
Konsertin kostar 130 kr ( í steðginum kaffi og køkur ókeypis)
Ikki seld atgongumerki verða seld hálvan tíma áðrenn konsertin byrjar.
Tekning fer fram á : stralan@stralan.fo ella ring/sms til 216500
Tiltakið hendan dagin er liður í at savna pengar til neystið hjá okkum