Árni og Marnar koma 2 hvítusunnukvøld kl.19 at syngja góðar slagarar í biosalinum á Strondum. Í steðginum bjóða vit kaffi og køkur ókeypis. Sangløtan kostar 100 kr. Møguleiki er at leggja atgongumerki av á tlf 216500 ella stralan@stralan.fo – annars verður selt við dyrnar ein tíma áðrenn. Heilt vist, at tað verður ein góð og hugnalig løta.