Frá SøluRásini 2015

Vit vilja her bjóða tær/tykkum við á sølustevnuna hjá okkum í ítróttarhøllini á Skála vikuskiftið 7 og 8 november. Kostnaðurin er 500 kr fermeturin (einki mvg aftrat).

Tit fáa ókeypis mat báðar dagarnar.

Stevnan hevur verið hvørt ár síðan 1998 og hevur verið sera væl vitjað. Jólini eru tá ikki langt burtur og hugsað verður um jólagávurnar og jólastásið.       

Møguleiki er at sýna fram, hvat hvør einstakur handil hevur at selja.

Eisini kunnu t.d. tveir framsýnarar deila bás saman.

Vinaliga sig frá sum skjótast, um áhugi er til tess.

Skála Ítróttarfelag – Skála Róðrarfelag – StÍF og Strálan

tlf 216500   stralan@stralan.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Strálan FO-490 Strendur Heygsvegur 30 Tlf. 216500 stralan@stralan.fo

vebtek