Søgan

Strálan varð stovnað 24 mars 1989

Í 1991 fingu vit Engelbreth Hansen at smíða okkum ein kappróðrarbát. Hetta var eitt 6 mannafar, sum fekk navnið Strálan.

Hetta var sera spennandi og fingu vit bátin mannaðan bæði við dreingjum og gentum Dreingirnir vunnu FM 1991 – 1992 – 2000 og 2001. Nevnast kann, at dreingirnir vunnu eisini ólavsøkuróðurin ár 2000 og 2001.

Genturnar vunnu ólavsøkuróðurin 1992. Vit fingu Sámal Hansen at smíða okkum nýtt 6 mannafar, sum vit róðu við fyrstu ferð 2004. Gamla Strálan fekk nú nýtt navn til Stjørnan. Árið eftir 2005 fingu vit nýtt 5 mannafar, sum fekk navnið Strípan.

Dart varð nógv spælt tey fyrstu árini, og høvdu vit fleiri lið við í landskappingini.
Áhugin var stórur og vit fingu góð úrslit. Nógv lið vóru í kappingini, men sum tíðin leið fánaði áhugin runt um í Føroyum og í dag er eingin kapping.

Somuleiðis høvdu vit tímar inni í høllini á Skála har spælt varð badminton. Vit áttu FM ( kvinnur ) Ingun Hansen 5 ár í badminton.

Strálan hevur hølið til ungdómin uppi í Bygdahúsinum. Hølið er væl útgjørt – ungdómurin savnast til ymisk tiltøk um kvøldarnar.

Strálan hevur 450 limir bæði yngri og eldri Limakortið kostar 100 kr um árið. Er tað onkur sum vil verða limur so send mail til stralan@stralan.fo ella ring til 216500.

Strálan skipar fyri ymsum tiltøkum árliga. Fjórða hvørt ár er FM stevna á Strondum. FM stevna verður á Strondum 16 juli 2011. Tað eru StÍf og Strálan sum skipa fyri. Fjarðastevnan skiftist millum Strendur, Skála og Vestmanna.

Annars kann nevnast, at skipað verður fyri sølustevnu á hvørjum ári í høllini á Skála undir navninum SøluRásin. SøluRásin verður 6 og 7 november 2010. Tað eru 4 feløg sum skipa fyri og eru tey Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍf og Strálan. Stevnan hevur verið sera væl vitjað og framsýnararnir hava verið væl nøgdir.

Dart varð nógv spælt tey fyrstu árini, og høvdu vit fleiri lið við í landskappingini. Áhugin var stórur og vit fingu góð úrslit. Nógv lið vóru í kappingini, men sum tíðin leið fánaði áhugin runt um í Føroyum og í dag er eingin kapping.

Somuleiðis høvdu vit tímar inni í høllini á Skála har spælt varð badminton. Vit áttu FM ( kvinnur ) Ingun Hansen 5 ár í badminton.

Strálan hevur hølið til ungdómin uppi í Bygdahúsinum. Hølið er væl útgjørt – ungdómurin savnast til ymisk tiltøk um kvøldarnar. Strálan hevur 450 limir bæði yngri og eldri Limakortið kostar 100 kr um árið.


Hvussu er so støðan i dag

Mai 2020


Poul Arni Klein hevur gjørt okkum eina nýggja heimsíðu. Her koma vit nú at leggja myndir út og at lýsa við tiltøkum. Nógvar eldri myndir eru í pappírformi, sum mugu skannast og gerast digitalar - tað tekur tíð.

Stráluhøli

Hølið í Bygdahúsinum, sum vit høvdu til ungdómin, er ikki tókt í løtuni. Fyri nøkrum árum síðan tóku vit okkum saman at gera hølið í stand. Onkur veggur mátti takast niður. Vit tapseraðu og málaðu, so hølið gjørdist sera hugnaligt. Tað varð so latið upp aftur í 2019. Seinni á árinum vísti tað seg, at vatn var undir gólvinum, sum kom frá einum frárensli millum skins og hold úr erva í Bygdahúsinum. Hetta hevði gingið fyri seg í nógv nógv ár og hevði gjørt, at undirsløgini vóru kavrotin. Gólvið bleiv so alt skrætt upp. Kommunan hevur nú stoypt og lagt hita í gólvið og samstundis gjørt eitt wc til rørslutarna. Vónandi kunnu vit síggja fram til, at ungdómurin fær hølið aftur. Tað er stórur saknur í einki høli at hava til ungdómin.

Neystið

Vit hava bygt eitt neyst í trimum hæddum, sum er 10 x 12 fermetrar stórt. Tað skal verða liðugt í ár og tað er komið væl áleiðis. Á niðastu hædd standa bátarnir, tríggir í tali. Har verða eisini tvey skiftingarrúm við brúsum og wc.
Á miðhæddini verður eitt 90 fermetra stórt venjingarhøli. Í gongini eru tvey wc – annað av teimum er til rørslutarna.
Ein terassa verður gjørd út frá miðhæddini og niðaneftir. Ein rampa verður gjørd upp á miðhæddina soleiðis, at tað gerst møguligt at koma inn í húsið hjá einum rørslutarnaðum. Á ovastu hædd verður køkur og eitt høli til 45 fólk.



Sølustevnan

Tann síðsta sølustevnan var í 2014 – stevnan hevði tá verið 17 ár út í eitt uttan steðg. Síðan tá hevur eingin stevna verið vegna ov lítla undirtøku. Um nøkur tílík stevna verður aftur, má tíðin vísa. Hetta var annars eitt sera gott tiltak hjá feløgunum.

Kappróður

Alt ov lítil áhugi er fyri at rógva. Tað er bara at vóna, at áhugin kemur, nú vit um stutta tíð hava eitt gott neyst við góðum umstøðum.

Venjingarhøli

Vit hava venjingarhøli í Bygdahúsinum – har ymiskar maskinur eru. Tú kanst ringja til 216500 og biðja um ein lykil, sum kostar 50 kr. Kostnaður : 12 – 17 ár 100 kr um mánaðin 18 + 150 kr um mánaðin hjún 200 kr um mánaðin húski 300 kr um mánaðin Vit gleða okkum at flyta inn í neystið einaferð í vetur.

Send eini boð
og vit venda aftur
skjótast gjørligt


Strálan er at hitta á:
+298 216500

stralan@stralan.fo