Um okkum

Strálan varð stovnað 24 mars 1989. Í 1991 fingu vit Engelbreth Hansen at smíða okkum ein kappróðrarbát.

Hetta var eitt 6 mannafar, sum fekk navnið Strálan. Hetta var sera spennandi og fingu vit bátin mannaðan bæði við dreingjum og gentum Dreingirnir vunnu FM 1991 – 1992 – 2000 og 2001.

Nevnast kann, at dreingirnir vunnu eisini ólavsøkuróðurin ár 2000 og 2001.

Genturnar vunnu ólavsøkuróðurin 1992. Vit fingu Sámal Hansen at smíða okkum nýtt 6 mannafar, sum vit róðu við fyrstu ferð 2004. Gamla Strálan fekk nú nýtt navn til Stjørnan.

Árið eftir 2005 fingu vit nýtt 5 mannafar, sum fekk navnið Strípan.

Dart varð nógv spælt tey fyrstu árini, og høvdu vit fleiri lið við í landskappingini.

Áhugin var stórur og vit fingu góð úrslit. Nógv lið vóru í kappingini, men sum tíðin leið fánaði áhugin runt um í Føroyum og í dag er eingin kapping.

Somuleiðis høvdu vit tímar inni í høllini á Skála har spælt varð badminton.

Vit áttu FM ( kvinnur ) Ingun Hansen 5 ár í badminton.

Strálan hevur hølið til ungdómin uppi í Bygdahúsinum. Hølið er væl útgjørt – ungdómurin savnast til ymisk tiltøk um kvøldarnar.

Strálan hevur 450 limir bæði yngri og eldri Limakortið kostar 100 kr um árið.

Er tað onkur sum vil verða limur so send mail til ag2112g9@skulin.fo ella ring til 216500.

Strálan skipar fyri ymsum tiltøkum árliga.

Fjórða hvørt ár er FM stevna á Strondum. FM stevna verður á Strondum 16 juli 2011. Tað eru StÍf og Strálan sum skipa fyri. Fjarðastevnan skiftist millum Strendur, Skála og Vestmanna.

Annars kann nevnast, at skipað verður fyri sølustevnu á hvørjum ári í høllini á Skála undir navninum SøluRásin. SøluRásin verður 6 og 7 november 2010. Tað eru 4 feløg sum skipa fyri og eru tey Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍf og Strálan. Stevnan hevur verið sera væl vitjað og framsýnararnir hava verið væl nøgdir.

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *

*

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

Strálan FO-490 Strendur Heygsvegur 30 Tlf. 216500 stralan@stralan.fo

vebtek